Harry Potter Hugni - Børn

Týsdagin 21. Mars fara vit í bókasavnið at vitja. Tá verður nevniliga Harry Potter hugni og kanska ein Harry Potter spurnakapping. So les væl uppá um Harry, Ron, Hermione og Hogwarts.

 

Tiltakið byrjar kl. 15.00 og Húsið er lukkað ímeðan vit eru í bókasavninum.

Byrjar:
21.03.2023 - KL. 15:00
Endar:
21.03.2023 - KL. 17:00

Komandi tiltøk

12 august
2026
Wuhuuuuu......so byrja vit aftur:)
Sum vit gleða okkum at síggja nógv kend andlit aftur. Hetta hevur veirð ein laaaang summarferia, og vit hava sakna tykkum:) Vit gleða okkum so sanniliga eisini at taka ímóti øllum tykkum, sum byrja í 3. flokki nú. Hetta verður spennandi, og vit eru vís í, at hetta fer at verða eitt gott ár, har vit…
12 august
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
13 august
2026
Húsfundur fyri ung
Á húsfundinum tosa vit um, hvussu tað gongur. Vit taka praktisk ting upp og kunnað um komandi tiltøk ella verkætlanir. Eisini hava tit ungu her ein upplagdan møguleika at gera vart við ting, at koma við huskotum o.s.fr.